Tíðindi

Skeið í hjálpitólum at lesa og skriva

21. mars 2024

LESIHÚSIÐ skipar fyri ókeypis skeiðið fyri limum, ið ikki hava samband við nakað alment undirvísingartilboð.

Skeiðið snýr seg um at vísa á ymisk hjálpitól, ið lætta munandi um hjá teimum, sum hava torført at lesa og skriva.

Nevnast kunnu appir og forrit so sum:

IntoWords, sum fæst bæði til snildfonir og teldur og hjálpir tær bæði at lesa og skriva.

Voice Dream, ið er sera væl egnað at lesa allan tekst upp á snildfonini – bæði heimasíður og prentaðan tekst.

VoisIT, sum er ein nýggj føroysk app, ið skrivar tað, tú sigur. Víst verður eisini, hvussu tú kanst brúka VoisIT til at skriva, tað tú tosar, inn á telduna.

Skeiðið verður í Tróndargøtu 40 mikukvøldið 3. apríl frá kl. 18 - 21

Pláss er fyri 6 luttakarum á skeiðnum. Í fyrsta umfarið verður eitt skeið, men um áhugin er nóg stórur ber til at skipa fyri fleiri.

Tú kanst tekna teg til skeiðið við at senda eini sms-boð til 27 39 22.

Um tú ikki ert limur ber til at tekna seg sum lim: Gerst limur

Fleiri tíðindi
Lurta