Tíðindi

Í Lesihúsinum eru vit spyrjandi yvirfyri útsagnunum hjá landsstýrismanninum

29. februar 2024

So kom Lesihúsið á breddan í vikuni.

Í Lesihúsinum eru vit spyrjandi yvirfyri útsagnunum hjá landsstýrismanninum í KvF. Serliga tí, at hann júst hevur verið og vitjað Lesihúsið og tá vísti stóran áhuga fyri tí arbeiði, ið her verður framt. Men her er okkurt, ið landsstýrismaðurin hevur misskilt.

Landsstýrismaðurin hevur hug at tengja Lesihúsið at fólkaskúlanum. Hann fór enntá so langt, at hann tosaði um rættin til at gera av, hvør skal ganga í Lesihúsinum. Tað, sum vit tulka á hendan bógvin er, tá landsstýrismaðurin tosar um visitering, sum um Lesihúsið er ein partur av fólkaskúlatilboði, ella serundirvísingstilboð.

Men her er sera umráðandi at leggja sær í geyma, at Lesihúsið ikki er eitt sertilboð til næmingar í fólkaskúlanum. Ikki meira enn tað er til allar aðrar útbúgvingarstovnar og fólki annars, ið ikki eru í útbúgving, men vilja læra at lesa.

At Lesihúsið hevur nógvar næmingar úr fólkaskúlanum er rætt. Men Lesihúsið hevur eisini aðrar næmingar, sum ikki hava tilknýti til barnaskúlan.

Hyggja vit at endamálsorðingingini hjá Lesihúsinum, er hon so sera einføld:

§3 Endamál felagsins er at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar.

Tað eru foreldur at børnum við lesi- og skrivitrupulleikum, ið venda sær til Lesihúsið. Flestu næmingar úr fólkaskúlanum, ið ganga í Lesihúsinum, eru her ein dag um vikuna. Í sátt og semju við avvarandi skúla og foreldur.

Samstarvið millum foreldur og Lesihúsið er tætt.

Vaksin eru í Lesihúsinum eftir tørvi og avtala sínámillum, hvussu og nær frálæra fer fram.

Vit leggja dent á, at Lesihúsið er fyri øll. Børn og vaksin við lesi- og skrivitrupulleikum.

PS! Vit í Lesihúsinum eru sera takksom fyri stuðulin uppá tveyhundraðtúsund krónur, vit fingu frá privatum gevara, sama dag tíðindini vóru í KvF um, at vit á fíggjarlógini vóru skerd við hesi somu upphædd.

Fleiri tíðindi
Lurta