Forrit og appir

Ókeypis atgongd og vegleiðing

Sum limur fært tú ókeypis atgongd og vegleiðing til forritið IntoWords, ið kann lesa tekst upp bæði á føroyskum og øðrum málum. Hetta kann bæði vera tekstur, sum liggur inni á telduni, snildfonini, teldlinum ella tekstur, ið verður skannaður. Haraftrat stuðlar IntoWords tær at skriva við hjálp av orðaforsagnarlista.

Voice Dream

Aftur at hesum kunnu vit eisini vegleiða í keypi og innlegging av appini Voice Dream til Iphone og Ipad. Appin verður tikin niður á Appstore og kostar eitt eingansgjald, sum í løtuni er 249 kr.

Lurta