Undirvísingarumhvørvið

2. mai 2023

Saman við øðrum havi eg verið á vitjan í einum av stóru skúlunum í landinum. Hesin skúlin, sum fleiri aðrir, er umbygdur og nýggj uppíbygging er tikin í brúk nýliga.

Eg húsaðist í eini skúlastovu í eldra partinum av skúlanum. Har lógu 4 skúlastovur á rað. Hartil
vóru 2 vesir og eitt langt stálvask við 2 kranum og einum blásara. Sápuílætið riggaði ikki. Vesini
vóru smá, rustur um rørini, vesipappírshaldarin lá brotin á gólvinum, og varð brúktur alternativt.
Hurðin á eina vesinum var ring at læsa, og mann var bangin fyri, ikki at fáa hana uppaftur. Men
rætt skal vera rætt, har var reint. Vælvaskað. Og tó má eg viðganga, at eg kom at hugsa um
bygningar, eg havi upplivað í 70unum í Eystureuropa.

Skúlastovan hevði fantastiskt útsýnið. Annars var ikki nógv gott at siga um hana heldur. Stólarnir
vóru óstabilir og tað var sera fult inni av borðum og stólum. Fyri endan ein digital talva og ein
gamaldags talva.
Ongin vakurleiki, eingin hugni, onki á veggjunum annað enn ein kempiplakat við bending av
lýsingarorðum.

Mínir tankar fóru til næmingarnar, ið skuldu húsast her fleiri tímar av degnum. Og til allar
næmingar, ið ikki hava ordilig vesiviðurskifti og hølisviðurskifti í heila tikið. Úthurðar, ið eru stórar
og trekar, trappur og gongir, beton og rustur.
Og eg hoyri atfinningar beinanvegin. Nógv skúlabyggjarí og renoveringar og og og …… Men jú,
gamaní eru summir skúlar nýggjir og lekrir, men alt ov stórur partur av okkara næmingum hava ikki
nøktandi umstøður at læra í.
Gloymi ongantíð ein drong, sum noktaði at fara á vesi í skúlanum. Hann kendi seg ótryggan. Eg
sigi hann ikki ringan. Havi so mangan skula greiða ósemjur og fløkjur í samband við vesivitjan hjá
næmingum. Eitt sera eymt punkt hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Vit eru von at samanbera okkum við skúlar í Dk. Og skúlaskipanir har. Tí havi eg kannað, hvat
mann ger har at økja um trivnaðin í skúlunum, tá tað snýr seg um sjálvar bygningarnar og
umhvørvið, næmingar og lærarar skulu virka í.

Á donskum skúlum skulu kanningar gerast minst 3.hvørt ár. Tey hava eina
undirvísingarumhvørvislóg. Hon áleggur øllum kommunum at gera hesar kanningar. Lýsast skal:
fysiska, psykiska og estetiska undirvísingarumhvørvið.

Undirvísingarumhvørvisvurderingin skal lýsa undirvísingarumhvørvið, og hvørjar avbjóðingar eru
hesum viðvíkjandi. Vísir tað seg at vera trupulleikar við undirvísingarumhvørvinum, skal skúlin gera
eina ætlan fyri, hvussu tey kunnu loysa trupulleikarnar.

Tá eg gangi í mongum av okkara gomlu skúlum, vildi eg ynskt, at vit eisini høvdu hesar
møguleikar. Ella okkurt, sum minnir um. At gomlu skúlabygningarnir fingu eina ordans kanning, og
hví ikki spyrja næmingarnar, hvussu teir trívast í hølunum og møguleikunum at fáa eitt gott fríkorter
í passaligum umhvørvi??

Vit tosa nógv um mistrivnað millum skúlabørn. Og í hesum sambandi skulu børnini til psykolog og
tey skulu diagnostiserast og viðgerast.
Tað er óivað neyðugt í onkrum føri.

Tó vil eg loyva mær at halda, at vit áttu at hugt nóg meiri eftir tí skúlaumhvørvi, vit bjóða okkara
børnum. Far eina rundu á skúlanum, eisini teimum smartu, nýggju skúlunum. Kanna vesiumstøðurnar, eru tær tryggar?
Er møguleiki at hugsavna seg í góðum vøkrum umhvørvi í flokshølunum, á gongini, í trappuøkjum?
Skúlainnbúgv, er tað tilpassað børnunum, so tey sita ordiligt?
Uttanduraumhvørvið - er hugsað um tað?
Umhvørvið, har tey skulu eta eina høvuðsmáltíð?? Atgongd til at vaska hendir og fáa ein
vatnsopa?
Hava børnini møguleika at sita og njóta eina løtu, úti sum inni í friði? Bara fyri at nevna nøkur heilt
fá dømi.

Eg meti, at tað er nokk at fara um. Tað er bara at fara í gongd og gera ein prioriteraðan lista.

Skrivað hevur: Gyðja H. Didriksen

Fleiri tíðindi
Lurta