Tíðindi			
				Tá eg var og hoyggjaði hjá ommu í Miðvági
Annika er næmingur her í Tróndargøtu og Gyðja er lærari hennara.
Tær hava arbeitt við yrkingum síðstu tíðina. Her er ein yrking, sum Annika hevur gjørt.
Sólin skein
og vit gjørdu okkum klár
at fara at hoyggja.
Vit vóru 5 børn
og hjálptu at hoyggja
ella vit hjálptu kanska ikki
so nógv,
men vit stuttleikaðu okkum
sera nógv
vit hoppaðu í sátunum.
Fleiri kunningar
								Tíðindi							
												
					
							Til minnis um Liljuna, serlæraran						
						
							Tey í Argja skúlum skriva hesi minningarorð um starvsfelagan Liljuna Thomsen.
Liljan var eisini starvsfelagi okkara í LESIHÚSINUM í Tróndargøtu í Havn.						
					
								Tíðindi							
												
					
							Talukennarin VoisIT í nýggjum hami						
						
							Stórur dagur í dag hjá okkum, sum brúka talukennara-appina VoisIT at skriva tekstir, ið vit tosa
(um tú hevur VoisIT frammanundan má appin møguliga uppdaterast).						
					
								Tíðindi							
												
					
							Skeið í hjálpitólum at lesa og skriva						
						
							LESIHÚSIÐ skipar fyri ókeypis skeiðið fyri limum, ið ikki hava samband við nakað alment undirvísingartilboð.