Tíðindi
Vitjan á Rásini í Saltangará
Arbeiði okkara í felagnum er ótrúliga fjølbroytt. Hesin dagurin er einki undantak. Leingi hevur túrurin verið í umbúna: Vitjanin á Rásini í Saltangará, sum er ein samdøgursstovnur og skúlatilboð til ung við menningartarni.
Rásin er stovnur undir Mentamálaráðnum við heimstaði í Runavíkar Kommunu.
Tað, ið er á skrá er ráðgeving í at brúka digitala hjálp í skrivi og lesi tilgongdini. Á teldu og telefon. Arbeiðsfólk á Rásini og miðnám á Kambsdali vóru við.
Vit vórðu møtt við stórum blíðskapi og sóu alla Rásina frá ovast til niðast. Sanniliga eitt stað, har alt er gjørt, at tey ungu skulu mennast og trívast.
Fleiri kunningar
Tíðindi

So hevur fyrsti føroyski talukennarin sæð dagsins ljós
Andras Eliasen hevur í summar ment ein føroyskan talukennara - kendur sum appin VoisIT. Appin skilir væl føroyskt og skrivar rættiliga neyvt tað, tú sigur við hana. Hetta er eitt sera stórt frambrot.
Tíðindi

Stórur dagur í LESIHÚSINUM
Ein av okkara orðblindu, men viljasterku næmingum, Elsa Maria Wolles, hevur verið til próvtøku í munligum føroyskum á níggjunda floks støði og fingið 10. Nakað frammanundan var hon uppi í skrivligum føroyskum við góðum úrsliti. Skrivliga royndin, var…
Tíðindi

TALUKENNARIN Í KVF
Trýst á linkið