Tíðindi
Filmur um appina TextGrabber
TextGrabber er ein sera hent app, ið kann skanna mynd av teksti og broyta myndina til veruligan tekst, sum so kann vera lisin upp. Tíverri fæst appin bert at virka á Iphone ella Ipad, tí hóast hon finst til android, so ber ikki til sum er at taka hana niður her í Føroyum.
Síggj filmin um TextGrabber her: TEXTGRABBER
Fleiri kunningar
Tíðindi

So hevur fyrsti føroyski talukennarin sæð dagsins ljós
Andras Eliasen hevur í summar ment ein føroyskan talukennara - kendur sum appin VoisIT. Appin skilir væl føroyskt og skrivar rættiliga neyvt tað, tú sigur við hana. Hetta er eitt sera stórt frambrot.
Tíðindi

Stórur dagur í LESIHÚSINUM
Ein av okkara orðblindu, men viljasterku næmingum, Elsa Maria Wolles, hevur verið til próvtøku í munligum føroyskum á níggjunda floks støði og fingið 10. Nakað frammanundan var hon uppi í skrivligum føroyskum við góðum úrsliti. Skrivliga royndin, var…
Tíðindi

TALUKENNARIN Í KVF
Trýst á linkið