Tíðindi

Nýggjasta úr Tróndargøtu

10. november 2014

Hósdagur:
Nakað regntungt er at ganga oman í Tróndargøtu í dag. Men tað er hattar har við hasari brúnu hurðini, sum vit nú kenna.
Og tað er so satt sum tað er sagt. Lat hurðina upp!!
Regn úti og sól inni.
Angin møtir mær í somu løtu eg lati hurðina upp: jólakøkur!! tey hava bakað jólakøkur í dag. Eg hugsi við mær sjálvari: eru tit í ørviti?? november mánaður er valla byrjaður, og nú skulu vit vassa í jólabakstri ??

Elinda

Men at baka her í Tróndargøtu er ikki bara at baka. Tað er at lesa, rokna og evna. Tað er at læra uppá ein annan máta. So her gera vit fegin jólakøkur og jólauppskriftir í byrjanini av november. Síðani at njóta úrslitið aftaná. Og av tí sama fáa tit onga mynd av jólakøkum, men av Elindu og Poonam, ið arbeiða:

Eg verði púrasta drigin inn í hjartaligheitina og hitan.
Eri nakað sein og av tí, at vit skulu náa nógv í dag, má eg skunda mær uppá.

Og hygg so her: Jólatræið er komið upp og perurnar tendraðar.

Í desember hava okkara næmingar og lærarar so nógv um at vera úti í vanligu skúlunum, at vit hava Tróndargøtujólafrí longu fyrstu viku í mánaðinum. Tí hendan jólastákanin í november.

Og hesa vikuna fara vit at arbeiða við ymiskum jólaligum.

Skrivað hevur: Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

Fleiri tíðindi
Lurta