Tíðindi
Nýggjur møguleiki at fáa føroyskar heimasíður lisnar upp
Kanska eru tær fleiri, men higartil vita vit so um 3 føroyskar heimasíður: Sjóndepilin, portal.fo og Ljóðbókasíðan, sum geva lesarum sínum høvi at hoyra teirra greinar lisnar upp við nýggju føroysku teldutaluni “Hanus”. Hetta er eitt sera hent og ómaksleyst amboð hjá lesi- og sjónveikum lesarum at brúka.
Tað er Sjóndepilin, ið hevur ment teldutaluna Hanus og knýtt saman við programminum ReadSpeaker er úrslitið heilt einastandandi. Tað er sum at hoyra útvarpið lesa tíðindi.
Tað er at vóna at fleiri føroyskar heimasíður framyvir vera at síggja, ella kanska rættari sagt at hoyra, við hesum møguleikanum.
Fleiri kunningar
Tíðindi

So hevur fyrsti føroyski talukennarin sæð dagsins ljós
Andras Eliasen hevur í summar ment ein føroyskan talukennara - kendur sum appin VoisIT. Appin skilir væl føroyskt og skrivar rættiliga neyvt tað, tú sigur við hana. Hetta er eitt sera stórt frambrot.
Tíðindi

Stórur dagur í LESIHÚSINUM
Ein av okkara orðblindu, men viljasterku næmingum, Elsa Maria Wolles, hevur verið til próvtøku í munligum føroyskum á níggjunda floks støði og fingið 10. Nakað frammanundan var hon uppi í skrivligum føroyskum við góðum úrsliti. Skrivliga royndin, var…
Tíðindi

TALUKENNARIN Í KVF
Trýst á linkið