Tíðindi
Nýtt tilboð til tilkomin lesi- og skriviveik
LESIHÚSIÐ fer nú eftir avtalu við NÁM at bjóða tilkomnum/eldri atgongd og vegleiðing til IntoWords og til CD-ORÐ.
Hesi forrit stuðla brúkaranum í at lesa og er serstakliga hent at stuðla skriving.
Vit í LESIHÚSINUM veita neyðuga hjálp. Vit stovnað brúkaraatgongd og geva grundleggjandi upplæring í forritunum.
Einasta treyt at fáa hjálp frá okkum er at gerast limur hjá LESIHÚSINUM. Tað kanst tú gerast her á heimasíðuni: Gerst limur
Til ber at ringja 27 39 22 og hoyra nærri um møguleikarnar.
Fleiri kunningar
Tíðindi

Til minnis um Liljuna, serlæraran
Tey í Argja skúlum skriva hesi minningarorð um starvsfelagan Liljuna Thomsen.
Liljan var eisini starvsfelagi okkara í LESIHÚSINUM í Tróndargøtu í Havn.
Tíðindi

Talukennarin VoisIT í nýggjum hami
Stórur dagur í dag hjá okkum, sum brúka talukennara-appina VoisIT at skriva tekstir, ið vit tosa
(um tú hevur VoisIT frammanundan má appin møguliga uppdaterast).
Tíðindi

Skeið í hjálpitólum at lesa og skriva
LESIHÚSIÐ skipar fyri ókeypis skeiðið fyri limum, ið ikki hava samband við nakað alment undirvísingartilboð.