Tíðindi

IntoWords á føroyskum

27. mars 2023

IntoWords fer at avloysa CD-ORÐ

Nú í nógv ár hava lesi- og skriviveikir føroyingar havt gleði av forritinum CD-ORÐ frá norðurlendsku fyritøkuni Vitec MV. Fyritøkan var í Føroyum umboðað av HH-Suport, men nú Høgni Højgaard er givin hevur NÁM yvirtikið umboðanina við gildi frá fyrsta januar 2023.

Munurin millum forritini bæði - CD-ORÐ og IntoWords hevur verið, at CD-ORÐ kundi bara brúkast á Wndows-teldum, meðan IntoWords kundi brúkast á IOS-eindum eitt nú Iphone, Ipad og MAC-teldum.
 Væl umtókta forritið CD-ORÐ hevur nú skjótt tænt fyri seg og verður avloyst av IntoWords, sum nú er komið í nýggjum hami. Fyritøkan sigur, at tey hava samansjóðað tað besta í báðum forritunum og lagt tað í IntoWords. Tað einasta, ið er eftir av “gamla” IntoWords, siga tey, er sjálvt navnið.

Forritið IntoWords, sum hevur verið á marknaðinum í nøkur ár, hevur higartil ikki kunna lisið føroyskan tekst við føroyskari talu, men tað er broytt nú. Føroyska útgávan av IntoWords verður við tíðini ment til at kunna tað sama sum danska útgávan. Hetta hendir í einum samstarvi millum NÁM og Vitec MV. Har afturat kann IntoWords brúkast á stutt sagt øllum eindum. Eisini á ymsu browsarunum.

Tú kanst seta teg í samband við felagið um hetta við at ringja 27 39 22
(NB! Tað ber ikki til at senda boð til hetta nummarið)

Fleiri tíðindi
Lurta