Bloggur

Felagið fyri hvat?

23. mars 2023

Eg mátti spyrja upp aftur. Kvinnan í hinum endanum segði seg eita Hallgerð, tað fekk eg við, og helt eisini, hon segði Hansen. Aldri hoyrt um hana áður, men tað skuldi ikki ganga leingi, fyrr enn eg kom at kenna hana sum eina kveikjandi eldsál í einum felagi, fult av eldsálum.

Hóast ørkymlaður, so avtalaðu vit, at eg skuldi koma á ein fund í eini kjallaraíbúð í einum av teimum gulu raðhúsunum í J. Paturssonargøtu. Vit vóru eini 4-5 fólk tilsamans á hesum fundi. Umframt Hallgerð, sum eg nú hevði heilsa uppá fyri fyrstu ferð, so minnist eg Katrin Mikkelsen, og hana kendi eg. Hon hevði tað eina ári í Kommunuskúlanum verið lærari hjá okkum í landalæru. Og hon hevði, framt tað stóra bragd, at hon hevði lært okkum ættirnar, lært okkum, hvussu Føroyar venda. Tað hevur heilt síðan fjórða flokk sitið so rimmarfast í knokkinum, so hon var sanniliga ikki hvør sum helst. Men so var eisini ein onnur dama har. Hon var rættiliga nógv yngri enn hinar báðar, tosaði væl føroyskt, tó eitt lítið sindur hálvbroti. Hon presenteraði seg sum Anne Karin úr Norra, gift við John og hevði búð í Føroyum úti við 30 ár.

Tað gekk rúm tíð, áðrenn eg fann út av bygnaðarliga samanhanginum í "Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik". Skilti kortini skjótt, at Anne Karin var skipari á skútuni. Seinni fann eg so út av, at Hallgerð og 3 onnur vóru nevndarlimir í felagnum. Tú kanst lesa eitt sindur um upprunan til felagnið her: Søgan

Felagið, sum tá var um 10 ára gamalt, hevði ikki funnið nakað fast tilhaldsstað. Húsast var ymsa staðni í Havn og eisini varð roynt at fara út um Havnina. Men fyri um 10 árum síðan fekk felagið ein part av húsunum hjá Jóan Jakku, skómakaranum í Havn, til leigu. Her húsast vit, og her elska  vit at vera: Í Tróndargøtu 40, mitt í býnum og við Grasagarði sum nærmasta granna.

Mín uppgáva gekk at byrja við út uppá, at eg skuldi vera tøkur at hjálpa til við tí tekniska, tá á stóð. Kunnleikin mín, til lesi- og skriviveikleikar hjá fólki, var sum so ikki nakað at tosa um. Helt eg. Kortini hevði eg í mong ár hjálpt onkrum av mínum næru við rættlesing. Hevði eisini lagt til merkis nøkur frábrigdi, sum, eg seinni havi skilt, júst hava við nevnda trupulleika at gera. Men tá eg hoyrdi ein av "okkara" lesa, hugsaði eg: Hvør er trupulleikin? Tú lesur jú. Gott nokk ikki skjótt, men tó, tú lesur! Tá eg so spurdi viðkomandi um hetta. Vísti tað seg, at hann einki hevði fingið burturúr, tí sum lisið var. Mintist ikki og skilti einki av lestrinum, hóast ta í mesta lagi vóru 10 reglur við einføldum innihaldi.

Tá eg hevði møtt nøkrum øðrum av okkara, stóðu skúlatímar í barnaskúlanum knappliga ljóslivandi fyri mær. Bæði í føroysku og donsku tímunum vildu lærararnir hava okkum at lesa nøkur smærri brot hart fyri restini av flokkinum. Fleiri okkara vóru komin skjótt á lagi við at lesa. Vit lósu, sum ofta varð tikið til tá, sum prestar. Men so vóru nøkur, ja, í veruleikanum fleiri enn bara nøkur, sum høvdu torført við at lesa. Nøkur sera torført, onnur heldur frægari, men hjá ongum av hesum fleyt lesingin, sum hjá "prestunum".

Eitt av nevndu fyribrigdum, eg hevði lagt merki til, var at viðkomandi, sum eg hevði hjálpt við rættlestri, var heldur ikki nakar "prestur" at lesa, men um lisið varð upp, so var alt lættari og nógv meiri fekst burturúr innihaldinum.
Sum tíðin gekk her í LESIHÚSINUM, sum húsið í Tróndargøtu nú eitur, lærdi eg hugtakið: "Vit lesiveiku lesa gjøgnum oyruni".
Mín lutur gongur út uppá, við tekniskum amboðum, at læra fólk - børn sum vaksin - at brúka teldur, Iphone og Ipad at lesa upp fyri sær. Hesi amboð eru eisini ein stór hjálp, tá tað kemur til at skriva

Tørvurin at fáa hjálp, bæði til at lesa og skriva, er stórur. Sera stórur. Hetta havi eg lagt til merkis gjøgnum hesi árini við LESIHÚSINUM.
Um fólk ikki akkurát vita, hvat vit fáast við í tí daglig, so verður javnan spurt um tað. Og henda spurning havi eg mangan fingið.
Nú er hetta við lesi- og skrivitrupulleikum ikki nakað, sum tosað verður so nógv um. Tey flestu vilja helst hava hetta fyri seg sjálvi. Men tá eg havi svarað, at eg arbeiði fyri "Felagið fyri Lesi- og Skriviveik" eru tað fleiri, sum so hava sagt frá antin børnum, barnabørnum ella sær sjálvum, at tey eisini hava trupulleikar. Tori at siga at størra helvtin av teimum, ið spyrja eftir mínum arbeiði, hava nevnt hetta.  
Tíbetur finnast hjálpitól í dag, sum í nógvum førum bert skulu leggjast inn á teldu ella snildfon, sum tey flestu í dag hava.

Og her eru vit, LESIHÚSIÐ, við stóari vælvild frá politisku skipanini, til reiðar at hjálpa,so langt sum vit røkka.

Skrivað: Dánial á Dul Jacobsen

 

Fleiri tíðindi
Lurta