Um okkum

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik varð stovnað á fundi í MBF-húsinum á heysti 2001. Tey sum tóku stig til felagið vóru foreldur, einamest mammur, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar av at lesa og skriva. Hesi foreldur høvdu tá í longri tíð, hvør í sínum lagi, roynt at hjálpt børnum sínum.
Hesar dýrtkeyptu royndir høvdu lært tey almikið og hevði eisini við tíðini ført nøkur av hesum foreldrum saman. Tankin, at lata onnur fáa gleði av teirra royndum, búnaðist so líðandi og gjørdi, at felagið var stovnað.