Ársaðalfundur

Hervið verður lýst til ársaðalfund hjá “Felagið fyri Lesi- og Skriviveik” hósdagin tann 18. februar kl. 16.

Aliir gjaldandi limir eru vælkomnir.

Stórfingin løta á Námi

Annika á Fløtunum Rasmussen

Klokkan 15 í dag, 6. februar 2020, var ein stórfingin løta í framsýningarhølunum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72 í Havnini.
4 gentur á heyst háskúlaskeiðnum í Føroya Fólkaháskúla, lótu upp framsýning við myndum og keramikki. Tær fýra eru: Annika á Fløtunum Rasmussen Emmy Sveinsdóttir Thomsen Poulina Joensen Ýr Ákadóttir.
Vit ynskja øllum fýra hjartaliga til lukku. Ikki fyri at dylja, so eru vit í Felagnum fyri Lesi – og Skriviveik serliga fegin um, Les meira…

Ein lærari kallaði tað dovinskap!!

Ebba Sofía Kruse

Hesa greinina hevur Ebba Sofía Kruse skrivað. Hon eggjar okkum at hyggja eftir viðfesta videoklippinum niðast í greinini, sum hon kallar: Ein tann besta forkláringin uppá orðblindni!

Ebba Sofía kennir orðblindni á egna kroppi:
Eg havi staðið modell til nógvar heilt heilt undarligar forkláringar gjøgnum alla mína skúlagongd frá óvitandi vaksnum, enntá var tað ein lærari, sum kallaði tað dovinskapur, ein annar samanlíknaði meg við Gummi Tarzan, og ein annar, sum helt tað vera sera undirhaldandi, Les meira…

Til Halgerð Arge Hansen á 80 ára føðingardegi hennara 9. august

Summi fólk seta spor.
Halgerð er ein teirra.
Halgerð er ein, ið hevur slóðað fyri.
Hon hevur traðkað sínar egnu gøtur.

Ein drívmegi í Felagnum fyri lesi- og skriviveik og í fólkaskúlanum sum heild. Halgerð myndaði frá byrjan undirvísingina í felagnum, og allastaðni har hon hevur arbeitt hevur hon oyst av síni vitan og sínum pedagosiska og undirvísingarligu kunnan og sínum nærlagni og sínum dugnaskapi. Uttan hana hevði felagið ikki sæð út, sum tað ger í dag. Og neyvan heldur tann føroyski fólkaskúlin. Les meira…

Kríggj og friður

So er frítíðin av í Tróndargøtu. Vit leggja til brots aftur eftir eina góða feriu.

Fyrsta vit leggja út, er ein stílur, ein av okkara næmingum hevur skrivað. Stílurin sigur so nógv um hettar, at vera orðblindur og at berjast fyri eini virðiligari skúlagongd. Kanska onkur sum lesur – við eygum ella oyrum – kann taka avgerð um at fara í kríggj og vónandi finna frið.

 

Monica hevur skrivað stílin “Kríggj og friður”

Kríggj og friður

Kríggj og friður kann tulkast so ymiskt. Til dømis, tá lond fara í kríggj hvørt móti øðrum. Tað kann eisini vera eitt kríggj innaní tær sjálvari. Man kann eisini vera í kríggj innanhýsis við familju og vinir. So er eisini politisk kríggj. Tó vilja øll altíð royna at finna eina loysn, so friður aftur kann valda, tí eingin vil liva í kríggi. Øll vilja liva í friði.

Sjálv havi eg eitt stórt kríggj innaní mær sjálvari. Grundin er hon, Les meira…

Myndaframsýning og kreativ læring í Tróndagøtu

Myndir niðast í greinini
Myndir niðast í greinini

” Tríggir eru vegirnir, ið kunnu føra okkum til vísdóm: fyrst umhugsni, ið er  tann elsti, næstur er eftirlíkning, ið er tann lættasti, triðji er royndir, ið er tann beiskasti”

Konfutse ( 551 – 479 á. kr)

Við Konfutse fara vit innar í Tróndagøtu. Vit fara upp á ovastu hædd.

Konsentratión. Umhugsni.

Á borðinum liggja penslar, gløs við vatni, málingatubur. Tey sita við lørifti og penslum. Onkur hevur Les meira…

Tá eg var og hoyggjaði hjá ommu í Miðvági.

Annika er næmingur her í Tróndargøtu og Gyðja er lærari hennara. Tær hava arbeitt við yrkingum síðstu tíðina. Her er ein yrking, sum Annika hevur gjørt.

Sólin skein

og vit gjørdu okkum klár

at fara at hoyggja.

Vit vóru 5 børn

og hjálptu at hoyggja

ella vit hjálptu kanska ikki

so nógv,

men vit stuttleikaðu okkum

sera nógv

vit hoppaðu í sátunum.

Í Tróndargøtu verður arbeitt av øllum alvi:

Vit skriva

Vit lesa

Vit tosa, flenna og gráta

Vit mála, tekna, klippa og baka.

 

Í vikuni skrivaðu teir av okkara næmingum, sum ganga í skúla, um teirra skúlagongd.

Her kunnu tit lesa hvat ein teirra skrivar:

 

Mín skúlagongd

Mín skúlagongd hevur stóra ávirkan á mítt lív. Hon gevur mær Les meira…

Vitjan á Rásini í Saltangará

Gyðja greiðir frá arbeiðnum hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik

Arbeiði okkara í felagnum er ótrúliga fjølbroytt. Hesin dagurin er einki undantak. Leingi hevur túrurin verið í umbúna: Vitjanin á Rásini í Saltangará, sum er ein samdøgursstovnur og skúlatilboð  til ung við menningartarni.
Rásin er stovnur undir Mentamálaráðnum við heimstaði í Runavíkar Kommunu.

Tað, ið er á skrá er ráðgeving í at brúka digitala hjálp í skrivi og lesi tilgongdini. Á teldu og telefon. Arbeiðsfólk á Rásini og miðnám á Kambsdali vóru við.

Vit vórðu møtt við stórum blíðskapi og sóu alla Rásina frá ovast til niðast. Sanniliga eitt stað, har alt er gjørt, at tey ungu skulu mennast og trívast.

Dánial vísti á stórskýggja hvussu programmi CD-ORD til teldu virkar, og hvussu ymsar appir kunnu stuðla brúkaranum í at lesa og skriva.

 

 

 

 

 

 

Les nógv meiri um Rásina í Saltangará á heimasíðu teirra.

Nýggjárs heilsan

Takksemi er orðið, ið best lýsir kenslurnar í hesi løtu. Eg havi júst rist skógvin og steinurin liggur nú onkustaðni á vegnum. Vónandi fer hann ikki at smoyggja seg í ein annan skógv, tí so var einki vunnið. So varð fíggjarlógin samtykt, og Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fekk sína játtan. Vit fingu játtan til… Les meira…

Jólini eru gávutíð

Jólabræv frá Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, nevndarlimur í Felagnum fyri Lesi – og Skriviveik. Børnini gleða seg. Vit vaksnu leggja nógv fyri, at alt skal verða klárt til stóru høgtíðina. Hugni, matur og gávur. Hettar er ikki tíðin at ørkymlast og hugsa tankar, ið ikki eru um reyðar sloyfur og knirkandi jólapappír. Men hóast tað, so… Les meira…

Orðblindavika

Leysahugsanir í samband við, at orðblindavikan kom og stillisliga fór framvið. Herfyri var Orðblindavika. Vika 40 á nútíðar máli. Hon var ikki so sjónlig her umleiðir. Eg skal beinanvegin taka í egnan barm, tí okkara uppmerksemi hevur verið annað stað. Tá eg sigi vit, so tosi eg um okkum í Tróndargøtu 40. Felagið fyri Lesi-… Les meira…

Filmur um appina Voice Dream til Apple

Voice dream er ein “tekst til talu app”, sum kann lesa heimasíður á tí máli, tær eru skrivaðar. Appin lesur eisini føroyskt. Voice Dream fæst í Føroyum til Iphone og Ipad og kann takast niður á App Store (tíverri ikki til android í Føroyum). Kostnaðurin liggur um góðar 100 kr. Tá appin er løgd inn,… Les meira…

Okkara íkast til “Seminar um vaksnamannalæru”

Týsdagin 29. september var seminar um vaksnamannlæru á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað vóru NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru)  og Fróðskaparsetur Føroya, sum buðu til seminarið. Umframt 3 fyrilestrar, so vóru eisini ymsir stovnar og feløg biðin um at koma við sínum íkasti. Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, lærari í lesihúsinum í Tróndargøtu, kom við hesum íkastinum:… Les meira…

ReadSpeaker – lesur heimasíður

Vit hava áður stutt nevnt henda henta møguleika, ið nakrar føroyskar heimasíður bjóða sínum lesarum. Heimasíður við ReadSpeaker kennast av hesum knappinum:    Vit halda, at tað er so upplagt, at allar heimasíður hjá tí almenna geva lesarum sínum møguleikan at fá síðuna lisna upp við ReadSpeaker. Her er ein leinkja, sum sigur hvørjar føroyskar… Les meira…

Filmur um appina TextGrabber

TextGrabber er ein sera hent app, ið kann skanna mynd av teksti og broyta myndina til veruligan tekst, sum so kann vera lisin upp. Tíverri fæst appin bert at virka á Iphone ella Ipad, tí hóast hon finst til android, so ber ikki til sum er at taka hana niður her í Føroyum. Síggj filmin um… Les meira…

Ársaðalfundurin verður 26. februar 2015

Hósdagin 26. februar 2015 kl. 18 verður ársaðalfundurin hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik í hølunum hjá MBF á Íslandsvegi 10 í Havn. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins: § 7. Aðalfundurin hevur hevur hesa dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Val avfundarskrivara. 3. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári. 4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi… Les meira…

Kára Heinesen ummælir fyrilesturin: So barnið skilir

Tann 26. september í ár skipaði “Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fyri Ráðstevnudegi í hugnaligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. 3 ymiskir fyrilestrar um lesi- og skrivitrupulleikar vóru á skránni. Væl av fólki varð møtt. Til kaffi varð borðreitt við vælsmakkandi heimabakaðum køkum, sum mammur at brúkarum í felagnum høvdu bakað. Av trimum varð fyrsti… Les meira…

Handan av fyrstu kærleikskúluni 2014

Ása Olsen helt hesa talu í samband við handanina av fyrstu kærleikskúluni 2014: Góðan morgun øllum somul. Eg fari vegna stýrið í Dugna, at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til avdúkanina av Kærleikskúluni 2014. Kærleikskúlan er sniðgivin av einum av okkara mætu og fjøltáttaðu listafólkum, og vil eg takka Astrid Andreasen fyri, at Les meira…

So barnið skilir

Herfyri skipaði Felagið fyri lesi- og skriviveik fyri fyrilestrum í Öström-hølunum á Skálatrøð í Havn. Danska Kirsten Korning, sum arbeiðir við Feuersteins Instrumental Enrichment og LPAD, legði fyri við fyrilestrinum: Feuerstein-læran “Lærir eitt barn ikki, sum tú undirvísir, mást tú undirvísa, so tað skilir” Kirsten Korning stendur aftan fyri skeiðsvirksemið “Feuerstein Scandinavia” og hevur gjørt… Les meira…

At stara hol í loftið

Skrivað hevur:  Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen “Tá eg biði hana lesa, so situr hon og gløðir út í luftina ella uppí loft…… ” Tí er einki nýtt í.Tað er gamalt í skúlahøpi. Vit hava ofta lyndi til at trúgva, at manglandi hugsavnan er grundin. men rættast man nokk vera at spyrja seg sjálvan: ” Ja, men… Les meira…

Nýggjasta úr Tróndargøtu

Skrivað hevur: Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen Hósdagur: Nakað regntungt er at ganga oman í Tróndargøtu í dag. Men tað er hattar har við hasari brúnu hurðini, sum vit nú kenna. Og tað er so satt sum tað er sagt. Lat hurðina upp!! Regn úti og sól inni. Angin møtir mær í somu løtu eg lati hurðina… Les meira…

At lesa at skriva og eta eina appelsin afturvið!

Ikki sær hettar út av nógvum. Ein gomul, nakað slitin hurð. Les – skriva og so nr. 40. Tað er tað.  Og skal eg greina fyri tykkum, so skulu tit skilja tað soleiðis: Tróndargøta 40 og innanfyri heldur Felagið fyri Lesi- og Skriviveik til. Eg komi beint inn í eina lítla, tronga gongd. Full av… Les meira…

Nýggjur “fontur” skrifttypa ætlað orðblindum

Tú kanst fara inn her at forvitnast um nýggja fontin, sum orðblindi Christian Boer hevur gjørt til orðblind. Her kanst tú eisini hoyra hann greiða frá. A New Font For An Old Problem Her kanst tú síggja eina frágreiðing Um tú googlar “dyslexia font” finnur tú fleiri mið, har tú kanst taka fontin niður ókeypis. Les meira…

Nýggj orðblindalærara útbúgving.

[singlepic id=20 w=320 h=240 float=left]Seinastu mánaðir er lesing og orðblindni rættiliga komið í brennidepilin her á landi. Onkur hevði skipað fyri kanning av miðnámsnæmingum, og vísti tað seg, at har stóð ikki for væl til við lesingini. Tey vildu enntá vera við, at stórur partur av næmingunum var orðblindur. So ikki kann sigast annað, enn at tað… Les meira…

Nýggjur møguleiki at fáa føroyskar heimasíður lisnar upp.

  Kanska eru tær fleiri, men higartil vita vit so um 3 føroyskar heimasíður: Sjóndepilin, portal.fo og Ljóðbókasíðan, sum geva lesarum sínum høvi at hoyra teirra greinar lisnar upp við nýggju føroysku teldutaluni “Hanus”. Hetta er eitt sera hent og ómaksleyst amboð hjá lesi- og sjónveikum lesarum at brúka. Tað er Sjóndepilin, ið hevur ment teldutaluna Hanus og knýtt… Les meira…