Tíðindi
Tað var her tað byrjaði!
Í gjár, hósdagin, kom Daniel Djurhuus Rein á gátt í LESIHÚSINUM í Tróndargøtu í Havn. Hann kom við miðnámsprógvi og húgvu at takka fyri stuðulin, hann fekk her. Tá vit komu inn aftur, eftir at hava tikið mynd úti í garðinum, hyggur hann rundanum seg og sigur: "Tað var her tað byrjað"
Í 2019 kom Daniel til LESIHÚSIÐ at leita sær hjálp at lesa og skriva. Hann var ógvuliga málrættaður og tók væl ímóti tí hjálp, hann fekk her í. Síðani gekk leiðin hjá honum til Skúlan við Áir, áðrenn Daniel fór á Miðnám í Vestmanna.
Vit her í LESIHÚSINUM ynskja Daniel hjartaliga tillukku við flotta miðnámspróvnum og bestu eydnu framyvir.
Fleiri kunningar
Tíðindi
Skeið í hjálpitólum at lesa og skriva
LESIHÚSIÐ skipar fyri ókeypis skeiðið fyri limum, ið ikki hava samband við nakað alment undirvísingartilboð.
Tíðindi
Í Lesihúsinum eru vit spyrjandi yvirfyri útsagnunum hjá landsstýrismanninum
So kom Lesihúsið á breddan í vikuni.
Í Lesihúsinum eru vit spyrjandi yvirfyri útsagnunum hjá landsstýrismanninum í KvF. Serliga tí, at hann júst hevur verið og vitjað Lesihúsið og tá vísti stóran áhuga fyri tí arbeiði, ið her verður framt. Men her…
Tíðindi
Vælkomin í 2024
Við treysti trína vit um gáttina til nýggja árið. Nýtt ár, nýggjar avbjóðingar, siga vit.