Filmur um appina Voice Dream til Apple

Voice dream er ein “tekst til talu app”, sum kann lesa heimasíður á tí máli, tær eru skrivaðar. Appin lesur eisini føroyskt.
Voice Dream fæst í Føroyum til Iphone og Ipad og kann takast niður á App Store (tíverri ikki til android í Føroyum). Kostnaðurin liggur um góðar 100 kr.
Tá appin er løgd inn, eru onkrar stillingar, sum tú møguliga/helst hevur tørv á hjálp til at fremja. Um so er, send okkum ein mail til: les@mail.fo

GEV GÆTUR:
Hevur tú trupulleikar við at finna Voice Dream, tá tú skalt lata eina heimasíðu upp í Safari, so royn hetta.

Skriva svar