Orðblindavika

Lurta Leysahugsanir í samband við, at orðblindavikan kom og stillisliga fór framvið. Herfyri var Orðblindavika. Vika 40 á nútíðar máli. Hon var ikki so sjónlig her umleiðir. Eg skal beinanvegin taka í egnan barm, tí okkara uppmerksemi hevur verið annað stað. Tá eg sigi vit, so tosi eg um okkum í Tróndargøtu 40. Felagið fyri… Les meira…

Filmur um appina Voice Dream til Apple

Lurta Voice Dream er ein app, sum kann lesa føroyskan tekst beinleiðis av okkara Iphone ella Ipad (fæst eisini til Android, men ikki ber til at keypa appir á Playstore) Her er ein filmur um, hvussu tú kanst fáa tær Voice Dream til tína Iphone ella Ipad. Trýst á myndina og síggj filmin.   GEV GÆTUR:… Les meira…

Okkara íkast til “Seminar um vaksnamannalæru”

Lurta Týsdagin 29. september var seminar um vaksnamannlæru á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað vóru NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru)  og Fróðskaparsetur Føroya, sum buðu til seminarið. Umframt 3 fyrilestrar, so vóru eisini ymsir stovnar og feløg biðin um at koma við sínum íkasti. Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, lærari í lesihúsinum í Tróndargøtu, kom við hesum… Les meira…

ReadSpeaker – lesur heimasíður

Lurta Vit hava áður stutt nevnt henda henta møguleika, ið nakrar føroyskar heimasíður bjóða sínum lesarum. Heimasíður við ReadSpeaker kennast av hesum knappinum:    Vit halda, at tað er so upplagt, at allar heimasíður hjá tí almenna geva lesarum sínum møguleikan at fá síðuna lisna upp við ReadSpeaker. Her er ein leinkja, sum sigur hvørjar… Les meira…

Filmur um appina TextGrabber

Lurta TextGrabber er ein sera hent app, ið kann skanna mynd av teksti og broyta myndina til veruligan tekst, sum so kann vera lisin upp. Tíverri fæst appin bert at virka á Iphone ella Ipad, tí hóast hon finst til android, so ber ikki til sum er at taka hana niður her í Føroyum. Síggj filmin… Les meira…

Ársaðalfundurin verður 26. februar 2015

Lurta Hósdagin 26. februar 2015 kl. 18 verður ársaðalfundurin hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik í hølunum hjá MBF á Íslandsvegi 10 í Havn. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins: § 7. Aðalfundurin hevur hevur hesa dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Val avfundarskrivara. 3. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári. 4. Framløga av grannskoðaðum… Les meira…

Kára Heinesen ummælir fyrilesturin: So barnið skilir

Lurta Tann 26. september í ár skipaði “Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fyri Ráðstevnudegi í hugnaligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. 3 ymiskir fyrilestrar um lesi- og skrivitrupulleikar vóru á skránni. Væl av fólki varð møtt. Til kaffi varð borðreitt við vælsmakkandi heimabakaðum køkum, sum mammur at brúkarum í felagnum høvdu bakað. Av trimum varð… Les meira…

Handan av fyrstu kærleikskúluni 2014

Lurta Ása Olsen helt hesa talu í samband við handanina av fyrstu kærleikskúluni 2014: Góðan morgun øllum somul. Eg fari vegna stýrið í Dugna, at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til avdúkanina av Kærleikskúluni 2014. Kærleikskúlan er sniðgivin av einum av okkara mætu og fjøltáttaðu listafólkum, og vil eg takka Astrid Andreasen fyri, at Les meira…