Viðtøkur

Viðtøkur fyri
Felagið fyri Lesi- og Skriviveik
1. Partur
Navn og endamál
§ 1. Navn felagsins er: Felagið fyri Lesi- og Skriviveik.
§ 2. Heimstaður felagsins er í Tórshavn.
§ 3. Endamál felagsins er at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar.
2. Partur
Limarættur og skyldur
§ 4. Rætt at gerast limur í felagnum hava tey, sum hava áhuga fyri endamáli og virki felagsins. Limaskapur fæst við at rinda tað av aðalfundinum samtykta limagjaldið. Limur, ið ikki hevur goldið limagjald, kann verða strikaður sum limur í felagnum.
3. Partur
Aðalfundur og eykaaðalfundur
§ 5. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári um várið, og skal skrivliga fráboðast limunum í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.
§ 6. Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Uppskotini skulu vera skrivlig.
§ 7. Aðalfundurin hevur hevur hesa dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Val avfundarskrivara.
3. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár.
5. Ásetan av limagjaldi og viðgerð av fíggjarætlan frá nevndini
6. Viðgerð av innkomnum uppskotum.
7. Val av nevndarlimum.
8. Val av grannskoðara sum skal vera skrásettur ella lóggildugur.
9. Ymiskt.
§ 8. Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Atkvøðurætt hava einans limir, ið hava goldið limagjald, Standa atkvøðurnar á jøvnum er uppskotið fallið. Aðalfundurin er viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvir limir
eru møttir. Frásøgn frá tí, sum fer fram á aðalfundi, verður skrivað fundarfrásøgn av, ið fundarskrivarin og skrivar undir.
§ 9. Til broytingar av viðtøkum felagsins krevst, at tveir triðingar av møttu limunum við atkvøðurætti atkvøða fyri viðtøkubroytingini.
§ 10. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin metir tað vera neyðugt. Limirnir skulu hava skrivliga fráboðan við dagsskrá í seinasta lagi 7 dagar fyri eykaaðalfundin. Á eykaaðalfundinum eru ásetingarnar í § 7 nr. 1 og nr. 2 og § 8 galdandi.
4.partur
Nevnd
§ 11. At stjórna felagnum verður vald nevnd við 5 limum. Nevndin stendur fyri vali á hvørjum ári. Nevndin skipar seg sjálv beint eftir ársaðalfundin. Berst limi frá at møta á nevndarfundi, skal tiltakslimur hava fundarboð. Fer nevndarlimur frá tekur fyrstvaldi eykalimurin við og starvar viðkomandi til fyrstkomandi aðalfund. Nevndin er viðtøkufør, um í mesta lagi 3 limir í nevndini eru møttir. Avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum meiriluta. Um tað, sum fer fram á nevndarfundi verður, skrivað fundarfrásøgn, ið skal undirskrivast av møttu nevndarlimunum.
5. Partur
Roknskapur og tekningarreglur
§ 12. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Ársroknskapurin fyri felagið, sum verður lagdur fram á ársaðalfundinum, skal vera granskoðaður av einum skrásettum ella lóggildum grannskoðara. Grannskoðarin skal altíð hava atgongd til ófráboðaða grannskoðan av roknskapinum.
§ 13. Formaðurin hevur tekningarfulltrú. Hevur formaðurin forfall, hevur næstformaðurin tekningarfulltrú. Hava bæði formaður og næstformaður forfall, kann nevndin geva skrivaranum tekningarfulltrú.
6. Partur
Føst ogn o.a.
§ 14. Keyp og søla av fastari ogn o.a. týdningarmiklar íløgur skulu góðkennast av aðalfundinum ella einum eykaaðalfundi, tá lýst er til tess. Á hesum fundi skulu í minsta lagi 20 av limum felagsins við atkvøðurætti verða møttir.
7. Partur
Avtøka av felagnum
§ 15. Felagið kann einans takast av á innkallaðum eykaaðalfundi við avtøku á skránni. Fyri at taka felagið av krevst, at tríggir fjórðingar av limunum, ið
goldið hava limagjald, eru møttir á eykaaðalfundinum, og at tveir triðingur av møttu limunum við atkvøðurætti atkvøða fyri avtøkuni.
8. Partur
Gildiskoma og broyting av viðtøkunum
§ 16. Hesar viðtøkur koma í gildi, tá tær eru samtyktar av einum eykaðalfundi, sum er innkallaður við góðkenning av viðtøkunum á dagsskrá. Samstundis fara viðtøkur felagsins frá 27. november 2002 úr gildi.
§ 17. Broytingar av hesum viðtøkum, kunnu einans gerast á aðalfundi, tá fráboðað er frammanundan, at uppskot til viðtøkubroytingar eru.
§ 18. Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins latast felagsskapi ella stovni við sama ella líknandi endamáli.

Soleiðis góðkendar á eykaaðalfundi í MBF-húsinum í Tórshavn 12. apríl 2010.