Vitjan á Rásini í Saltangará

Gyðja greiðir frá arbeiðnum hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik

Arbeiði okkara í felagnum er ótrúliga fjølbroytt. Hesin dagurin er einki undantak. Leingi hevur túrurin verið í umbúna: Vitjanin á Rásini í Saltangará, sum er ein samdøgursstovnur og skúlatilboð  til ung við menningartarni.
Rásin er stovnur undir Mentamálaráðnum við heimstaði í Runavíkar Kommunu.

Tað, ið er á skrá er ráðgeving í at brúka digitala hjálp í skrivi og lesi tilgongdini. Á teldu og telefon. Arbeiðsfólk á Rásini og miðnám á Kambsdali vóru við.

Vit vórðu møtt við stórum blíðskapi og sóu alla Rásina frá ovast til niðast. Sanniliga eitt stað, har alt er gjørt, at tey ungu skulu mennast og trívast.

Dánial vísti á stórskýggja hvussu programmi CD-ORD til teldu virkar, og hvussu ymsar appir kunnu stuðla brúkaranum í at lesa og skriva.

 

 

 

 

 

 

Les nógv meiri um Rásina í Saltangará á heimasíðu teirra.

Skriva svar