Nýggjárs heilsan

Takksemi er orðið, ið best lýsir kenslurnar í hesi løtu.

Eg havi júst rist skógvin og steinurin liggur nú onkustaðni á vegnum. Vónandi fer hann ikki at smoyggja seg í ein annan skógv, tí so var einki vunnið.
So varð fíggjarlógin samtykt, og Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fekk sína játtan. Vit fingu játtan til at halda áfram í okkara starvi og virki og vit eru ómetaliga takksom. So her skal ljóða ein stór tøkk, at tit, ið samtykt hava, síggja nyttuna í okkum og framhaldandi ynskja, at vit gera okkara arbeiði.

Vit leggja til brots aftur 4. januar við góðum treysti.

Felagið fyri lesi – og skriviveik

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

Skriva svar