Orðblindavika

Tróndargota 40
Tróndargota 40

Leysahugsanir í samband við, at orðblindavikan kom og stillisliga fór framvið.

Herfyri var Orðblindavika. Vika 40 á nútíðar máli.

Hon var ikki so sjónlig her umleiðir. Eg skal beinanvegin taka í egnan barm, tí okkara uppmerksemi hevur verið annað stað.

Tá eg sigi vit, so tosi eg um okkum í Tróndargøtu 40. Felagið fyri Lesi- og skriviveik. So kann man spyrja, hví hevur eingin annar gjørt hóvasták burturúr? Miðlar, MMR, Sernám, skúlar og lærarar, Skúlablaðið, Lærarafelagið, Vinnuskúlar, Setrið, teknisku skúlarnir, Háskúlin, og øll tey, sum ikki eru nevnd? Øll vit, sum vara av orðblindni, so at siga.

Løgið er, nær og hvussu orðblindni fær umrøðu í miðlunum. Viðhvørt fer alt upp at vasa um orðblindni og lesi – skrivitrupulleikar, og vit fáa landsumfatandi testir og umrøðu her og der og allastaðni, onkur ráðstevna kann eisini koma burturúr. Hettar kann halda áfram í einar 2 dagar,  og vit læra, at Albert Einstein, HC Andersen, Steve Jobs, Ghita Nørby við fleiri vóru/ eru orðblind. Fólk við skili fyri evninum tosa og leggja fram, onkur filmur verður vístur, og vit finna kanska onkran orðblindan, ið vil siga nøkur orð eisini. Kross fyri! Kekk!
Oftast eru tað føgur orð og (fagurt málaðar) glansmyndir, ið verða lagdar fram fyri fólkið. Vit hava tíbetur tær góðu søgurnar at vísa á eisini, heilt víst, men gerandisarbeiðið í skúlunum, lærustovnunum og felagnum er ein annar veruleiki, ið vit vísa alt ov lítið fram.

Alt gott um, at í 2 dagar verður uppmerksemi vent móti trupulleikanum, men eg vildi so gjarna, at okkurt  av øllum tí, ið hevur verið endavent, setur spor. Spor, sum kunnu koma teimum, sum skulu liva við trupulleikanum, til góðar.

Vit eru enn í tí støðu, at lesandi ikki fáa ta hjálp, ein orðblindur skal hava til próvtøkur. Vit hava enn ólukkulig børn og ólukkulig foreldur, sum kenna seg heilt uttan fyri vanligar  undirvísingarmøguleikar. Lærustovnar á øllum stigum hava ikki førleikar og fígging at veita næmingum neyðugu hjálpina.

Testir eru einki í sær sjálvum. Vit fingu prentað inn, tá vit tóku orðblindalærara útbúgvingina, at vit testa bert í tí føri, tá testin útloysir hjálp. Ein test, ið ikki útloysir neyðuga undirvísing, skal als ikki gerast! Tá vit velja at test ella screena ein heilan árgang av børnum, so skulu vit syrgja fyri, at vit kunnu lofta næmingunum, eftir at testin er framd.

Kanska manglar tað at ásanna, at vit hava ein trupulleika? Tað hugsi eg ofta um. Er tað so, at summi í systeminum halda, at her er eingin trupulleiki, so forðar tað jú fyri at koma víðari. VIt kunnu ikki siga:”nei, tíverri kunnu vit ikki hjálpa tær, tí í Dk ger man so ella so, og so kunnu vit ikki”.  Tá er tað eg sigi: “ok, men hvat so við at hyggja í aðrar ættir, har man er komin væl longri? Skotland t.d.?”

Men tað, sum er gott, er ikki ringt.

Vit trúgva uppá, at tann dagur kemur tá:

  • Screeningin í 3. flokki skal útloysa undirvísing.
  • Próvtøkuhjálpitól og tíð á øllum stigum í útbúgvingarstovnum í landinum skal og má mennast og gerast up to date og líka fyri øll.
  • At menna appir og onnur hjálpitól og gera tey atkomulig fyri øll við lesi- og skrivitrupulleikum
  • Seta á stovn skúlar fyri vaksin, ið ikki fingu møguleikan, tá tey gingu í skúla.
  • Allir útbúgvingarstovnar og skúlar fara at lofta øllum, ið trongja hjálp.

Eg las eina grein í morgun, um eina orðblinda gentu, sum hevði tikið avbjóðingina at tosa á eini orðblinda- og kt-ráðstevnu. Hon segði hesi orðini, sum hava bitið seg rættiliga fastan í meg:

“De 400 delagere i ordblinde- og it-konferencen fik et godt råd med fra Emma Dalsgaard Madsen. Nemlig at lærere, læsevejledere og læsekonsulenter skal tage udgangspunkt i den enkelte elev.

“I er de ordblindes advokater, så I skal give dem tro på, at de kan, på samme måde som en advokat tror på sin klients sag. Find den ordblindes interesser og inddrag dem i undervisningen”, lød det fra scenen.”

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

 

Skriva svar