Okkara íkast til “Seminar um vaksnamannalæru”

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

Týsdagin 29. september var seminar um vaksnamannlæru á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað vóru NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru)  og Fróðskaparsetur Føroya, sum buðu til seminarið.

Umframt 3 fyrilestrar, so vóru eisini ymsir stovnar og feløg biðin um at koma við sínum íkasti.

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, lærari í lesihúsinum í Tróndargøtu, kom við hesum íkastinum:

Vit takka fyri innbjóðingina, til hettar áhugaverda seminarið.

Tá eg sigi vit, so meini eg okkum, ið myndað Lesihúsið í Tróndargøtu, sum hýsir Felagnum fyri lesi og skriviveik og okkara næmingum.

Felagið var stovnað á fundi í MBF-húsinum á heysti 2001, og vóru tað mammur at lesiveikum børnum, ið stovnaðu felagið av fyrstantíð!

Í dag eru vit eitt vælskipað lið av vælútbúnum fólki, ið starvast her, og vit kenna tørvin á okkum vaksa, jú fleiri finna útav, at vit eru til.

50 næmingar hava vit í dag.

Vit gleðast sjálvandi um, at vaksnamannaútbúgving og lívslong læra verða sett á breddan.

Vit lurta við áhuga og skulu fáa tað vit hoyra her, at sampakka í okkara høpi onkursvegna. Tí eru vit vælsaktans boðin við.

Vit eru jú ikki ein útbúgvingarstovnur.

Tað, sum vit gera, er at gera fólk við lesi- og skrivitrupulleikum klár til útbúgvingar og guida teimum í teirra læru tilgongdum.

Okkara brúkarar eru børn niður í 4. flokk og upp í 9. / 10. flokk í fólkaskúlanum, miðnáms næmingar , SIT, lærlingaútbúgvingar og tosa vit útbúgvingarskipanir, so hava vit so at siga allar útbúgvingar, ið vit bjóða fram her á landi, umboðaðar í okkara næmingaskara.

Harumframt hava vit eisini vaksin fólk, ið ikki eru í útbúgving, og sum ongantíð tóku eina útbúgving, allarhelst tí tey ongantíð lærdu at lesa og skriva meðan tey gingu í skúla. Hetta hevur fylgt og forfylgt teimum, og verið grund til, at tey hava kent seg minnimentan og minni verdan í sosialum høpi og ikki at tala um í útbúgvingar høpi í heila tiki.

Vit fegnast um tey tiltøk, sum nú fara fram í fólkaskúlanum, at ásanna, lýsa og viðurkenna trupulleikan heilt konkret ístaðin fyri at byggja á fornemmilsini hjá einstøkum lærarum.

Og so gleða vit okkum nógv til, at tað slettis ikki verður brúk fyri okkum longur!!

Sjálvandi tí at skúlin fer at lofta øllum.

Tá fara vit at dansa í gøtunum!!

Men inntil tá, eru vit ikki arbeiðsleys.

Okkara niðurstøða má verða:

Vit skulu minna á, at vit, Lesihúsið, eru til.  Vit hava tær útbúgvingar, ið skulu til at undirvísa og vegleiða fólki við lesi- og skrivi trupulleikum. Tey skulu tit hava í huga, tá tit ráðleggja undirvísingarskipanir og tiltøk sum vaksnamannaútbúgvingar og lívlanga læring.

Vit vita, at áleið 10 %  av fólkatalinum í einum landi hava lesi- og skrivitrupulleikar.

Vit skulu ikki rokna við, at hesin veruleiki verður øðrvísi, tá talan verður um vaksnamannaútbúgvingar.

Játtanir og skipanir skulu setast í verk, so lesi og skriviveik frá byrjan, frá fyrsta útbúgvingardegi, hava hjálpina beint við hondina, tað skal ikki verða ein forðing fyri, at verða ein partur av hesum tilboðnum.

At gera vart við, og halda fast við kravið um, at skipanir fyri lesi og skriviveik verða ein partur av fyrireikingararbeiðinum til vaksna útbúgvingar, tað er okkara íkast til hettar seminarið.

Og fyri at taka samanum:

minnist til tey lesi- og skriviveiku, longu í fyrireikingarfasuni, so stutt kann tað sigast!

Tað er ein fólkarættur, at læra at lesa og at skriva!!

Takk fyri.

 

 

 

Skriva svar