Ársaðalfundurin verður 26. februar 2015

Anne Karin Kjeld, forkvinna

Hósdagin 26. februar 2015 kl. 18 verður ársaðalfundurin hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik í hølunum hjá MBF á Íslandsvegi 10 í Havn.

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

§ 7. Aðalfundurin hevur hevur hesa dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Val avfundarskrivara.
3. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár.
5. Ásetan av limagjaldi og viðgerð av fíggjarætlan frá nevndini
6. Viðgerð av innkomnum uppskotum.
7. Val av nevndarlimum.
8. Val av grannskoðara sum skal vera skrásettur ella lóggildugur.
9. Ymiskt.

Limir, ið hava goldið limagjaldið, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Limagjaldið er 150 kr. árliga og kann flytast á kontu felagsins í Eik: 9181; 137.846.7.
Til ber sjálvandi at stovna fasta flyting, tá er tað so ómaksleyst 🙂

 

 

Skriva svar