Kára Heinesen ummælir fyrilesturin: So barnið skilir

Feuerstein og Ajo
Feuerstein og Ajo

Tann 26. september í ár skipaði “Felagið fyri Lesi- og Skriviveik fyri Ráðstevnudegi í hugnaligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð.
3 ymiskir fyrilestrar um lesi- og skrivitrupulleikar vóru á skránni. Væl av fólki varð møtt. Til kaffi varð borðreitt við vælsmakkandi heimabakaðum køkum, sum mammur at brúkarum í felagnum høvdu bakað.
Av trimum varð fyrsti fyrilestrarhaldari Kirsten Korning úr Danmark. Kirsten skipar fyri skeiðum undir navninum “Feuerstein Scandinavia” . Tað hevur stóran týdning fyri hana at boða frá um Prof. Reuven Feuerstein og hansara framúr góðu úrslit í sínum arbeiði at menna læringina sum heild hjá fólki, óansæð aldur og støði ella, sum hann sjálvur segði: beyond age and biology.
Kirsten lesur útbúgvingarvísind við lærda háskúlan í Århus og er mamma at Ajo, sum fyri 9 árum síðani fekk sjúkuavgerðina sera menningartarnað og uttan menningarmøguleikar. Ajo gongur nú í einum eftirskúla við stuðli.
Í sínum fyrilestri tók Kirsten útgangsstøði í egnum royndum viðvíkjandi adoptivdóttrini. Hendan varð kannað av sálarfrøðingi, har nýtt varð ein av teimum vanligu statisku testunum. Vegna úrslitið av hesari, fór Kirsten, sum tann fyrsta í norðurlondum, til Ísrael á Feuerstein Instituttið at leita sær hjálp til dóttrina,

Feuerstein fann út av, at um mátin at testa børnini verður broyttur, koma heilt onnur úrslit til sjóndar, enn við teimum vanligu statisku testunum.
Kirsten greiddi frá muninum millum tær vanligu testirnar, vit her heima eisini kenna, og testina hjá Feuerstein.
Eitt barn, ið er testað við einari vanligari test t.d.WISC, kann úrslitið av sjúkuavgerðini vísa, at tað er menningartarnað, meðan eitt barn, testað við LPAD testini hjá Feuerstein, er vanliga evnaríkt ella betri.
Tann fyrra testin vísir á mongdina av faktavitan eitt ávíst tíðarskeið ella tað, ið mett verður er neyðugt í tí mentanini, barnið verður testað og ivaleyst livir í. Meðan tann seinna vísir, hvussu barnið dugir at finna eina meining í tí, tað lærir óansæð mentanarbakgrund og uppvakstrarkor.

Síðan vórðu spurningar settir. Hvat um ein kannaði barnsins evni at læra, áðrenn kannað verður, hvat tað hevur lært?
Hvat um intelligensur ikki er statiskur ella stendur í stað? Er nokk at máta einaferð? Hvat um intelligensur kann lærast, og um tað í roynd og veru eru menningarmøguleikar í at læra?
Kirsten vísti síðani á ta donsku sendingina “De uhelbredelige”, har Anette Kaae- Bødker, mamma Annu, fór saman við henni til Ísrael at leita sær hjálp viðvíkjandi læring.
Niðanfyri verður víst, hvussu Anna lærdi at skriva bókstavir við einum av amboðunum Feuerstein hevur ment við mediering av læruroyndum, sum tað kallast. Her verður arbeitt miðvíst við at stimbra tey kognitivu evnini, tá ið hesi ikki eru komin av sær sjálvum, hesi kunnu málrættað venjast.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

At enda setti Kirsten aftur spurningin, hvat um vit høvdu ein hugburð um intelligens?

Tann afturlatna:
Har barnið er ein passivur móttakari, har bara til ber at broyta og skerja umhvørvið, væntan, hátt, pensum og arbeiðslag.
Ella
Tann opna:
Har møguleiki er at broyta menniskjað, har barnið er virkið í sjálvari broytingini, har møguleiki er at broyta tann einstaka soleiðis, at hann ella hon kunnu starva betur.
Meiri finst um ástøðið á leinkjuni:
www.feuersteinscandinavia.com

Kára Heinesen orðblindalærari, Basic og Standard mediator.

Skriva svar