So barnið skilir

Kirsten Korning stendur aftan fyri skeiðsvirksemið "Feuerstein Scandinavia" og hevur gjørt tað til sína stórsak at breiða vitan út um Reuven Feuerstein, professara
Kirsten Korning stendur aftan fyri skeiðsvirksemið “Feuerstein Scandinavia” og hevur gjørt tað til sína stórsak at breiða vitan út um Reuven Feuerstein, professara

Herfyri skipaði Felagið fyri lesi- og skriviveik fyri fyrilestrum í Öström-hølunum á Skálatrøð í Havn. Danska Kirsten Korning, sum arbeiðir við Feuersteins Instrumental Enrichment og LPAD, legði fyri við fyrilestrinum: Feuerstein-læran “Lærir eitt barn ikki, sum tú undirvísir, mást tú undirvísa, so tað skilir”

Kirsten Korning stendur aftan fyri skeiðsvirksemið “Feuerstein Scandinavia” og hevur gjørt tað til sína stórsak at breiða vitan út um Reuven Feuerstein, professara, og hansara einastandandi úrslit í arbeiðinum við børnum og ungum við menningartarni.

Kirsten greiddi frá ísraelska sálarfrøðinginum Reuven Feuerstein, professara (21. august 1921 – 29. apríl 2014).

Frá 1993 og til hann doyði í apríl í ár, var Feuerstein forseti fyri International Center for the Enhancement of Learning Potential (ICELP) í Jerusalem. Hansara lívsverk og høvuðsstøði undir virkseminum hjá ICELP var alla tíðina at menna ástøðið um Strukturella Kognitiva Modifisering (SCM) og Medieraða Læring (Mediated Learning Experience (MLE)) og tær brúktu skipanirnar fyri Dynamiska Evaluering (Dynamic Assessment (LPAD)), ætlanina Instrumentala Ríking (Instrumental Enrichment (FIE)) og at skapa modifiserandi umhvørvi.

Hann hevur integrerað gransking, venjing og tænastuvirksemi í sítt arbeiði við børnum og vaksnum við tørvi á kognitivari menning og bata. Millum granskingina og menningararbeiðið hjá Feuerstein síggja vit ritgerðir um Holocaust-yvirlivarar, nýggj innflytaralesandi, børn og ung við Down syndromi, heilaskadd fólk og børn við autistiskum funktiónum. Hann var við í støðugari menning av dynamiskari kognitivari evaluering og Instrumentalum Ríkingarteknikki fyri børn og vaksin.

Hansara arbeiði fevnir m.a. um ymiskar fólkabólkar í USA, við fátækum børnum, serliga gávaðum lesandi, mentanarliga tilafturkomnum næmingum, børnum og vaksnum við lítlum avriksførleika, tvímæltum næmingum við serligum tørvi og persónum, ið hava verið fyri vanlukku, ið hevur elvt til heilaskaða.

Ávirkanin hjá Feuerstein, professara, er vaksin samstundis við, at hann varð viðurkendur sum ein tann fyrsti, ið kom við tí víðgongda pástandinum um, at intelligensur er ikki STATISKUR, men heldur FLEKSIBUL og modifiserbarur. Hann var den fyrsti, ið menti skipað programm, sum eru kannað og granskað um allan heim, og sum hava givið úrslit hjá teimum túsundtals fólkum, ið studera hesi ástøði og programm.

 

Modellini fyri Dynamiska Evaluering og Instrumentala Ríking verða brúkt og nørast um allan heimin. FIE-programmið er týtt til átjan mál og verður brúkt í meira enn fýrs londum.

 

Ætlanin hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik kann vera, at Kirsten Korning saman við felagnum tekur stig til, at Føroyar verða millum tey mongu londini, ið fara at royna úrslitini hjá Feuerstein, professara, við børnum og ungum við menningartarni.

TEKSTUR: Sonne Smith

Skriva svar