At stara hol í loftið

Skrivað hevur:  Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen

Dyslexic mind
Dyslexic mind

“Tá eg biði hana lesa, so situr hon og gløðir út í luftina ella uppí loft…… ”

Tí er einki nýtt í.Tað er gamalt í skúlahøpi. Vit hava ofta lyndi til at trúgva, at manglandi hugsavnan er grundin. men rættast man nokk vera at spyrja seg sjálvan:
” Ja, men hví man hon gera tað?”
Eg trúgvi ikki, at tað er tí hon er óargalig. Tað er heilt víst okkurt annað.

Arbeiðið seinastu árini í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik og mín langa karriera í fólkaskúlanum hava givið mær nógvar royndir og innlit í, hvat hesi børnini hava at stríðast við. Tey hava ilt við at fáa bókstavirnar at verða til orð, orðini til setningar, setningar til meiningar, meiningar, ið geva meining og vitan og undirhald.

Tí sita tey og gløða út í tóman heim, ella venda eygunum upp í loft, tá tú roynir at lesa við teimum. Kanska royna tey at finna tey svar, sum íhvussusoer ikki eru at finna í bókunum, onkustaðni undir loftinum ella uttanfyri vindeygað?  Eitt er so púra víst, tað er eingin meining at hóma millum dansandi stavirnar í bókini.  Bert djúp fánýtiskensla.

Frá vitjan á Orðblindainstituttinum í Ballerup
Frá vitjan á Orðblindainstituttinum í Ballerup

Eg velji her at skriva um tann stilla og fálátaða næmingin.

Ein mamma orðblinda gentu sigur hesa søguna:
Eg eri mamma eina orðblinda gentu. 10 ár hevur hon gingið í skúla. Vit hava alla tíðina vitað, at hon hevur havt trupulleikar við lesingini. Skúlin metti, at alt skuldi nokk laga seg. Gentan var jú fornuftig og rólig so  ….” Tað man fara at koma”. Vóru orðini. Men  nei, her kemur einki. Kanska skulu vit heldur siga, tað stendur við og versnar. Men gentan hevur tað gott millum vinir, so hvat er at gera??? Jú, eg skal viðganga, at vit lata standa til.. men hvat hava vit í at velja? Hvør hjálp er at fáa?  Okkurt lesiskeið her onkur eykatími har, men ongantíð nakað varandi tilboð um lesi hjálp.

Haldi ikki vit hava fingið nakað munagott tilboð tá samanum kemur. Og allarhelst hava vit heldur ikki kravt nakað. Vit hava eisini verið alt ov fitt og ikki viljað verið til stríð. Fittir og vælmeinandi lærarar. Øll góð við okkara gentu, men fakligt sera soltið. Kom út við einum prógvi, sum ikki var pappírið vert. Men okkara genta skuldi nokk klára seg, tí hon er so tolin, so fitt og góð og dugdi so væl til hendurnar. Framúr í heimkunnleika!!! Við øðrum orðum hon skuldi bara finna sær ein góðan mann. Halda hús og fáa børn!

Men tað var ikki hennara dreymur.

Hon vísti seg at vera ein rættiligur fightari, ið visti hvat hon vildi!

Nú aftaná eri eg rættiliga ill við meg sjálva, at eg bara lat standa til, sigur mamman. Nú hevur dótturin fingið staðfest orðblindni og fær hjálp frá serkønum fólki. Og hon stórtrívist og mennnist og tekur studentsprógv í summar.

Hjálpin kom ikki úr fólkaskúlanum.

Keramikkhjól. Frá vitjan á Orðblindainstituttinum í Ballerup
Keramikkhjól. Frá vitjan á Orðblindainstituttinum í Ballerup

Tíbetur er hettar við at broytast. Fyri 4 árum síðani vórðu 17 orðblindalærarar útbúnir at taka sær av vaksnum orðblindum. Herfyri byrjaði nýggj orðblindalærara útbúgving av m.ø  fólkaskúlalærarum. Lesilærara útbúgvingin skuldi eisini kynt kertlar í myrkrinum.

So ljós er fyri framman, kunnu vit nú siga við mammuna. Nú eiga vit at vera so mikið væl fyri fakliga í skúlunum, at vit duga at taka hond um trupulleikan.

So er bara eftir at fáa tað fíggjarliga eisini at bera til!

Livst so spyrst!

Skriva svar