Nýggj orðblindalærara útbúgving.

Lærarar á orðblindaskeiði, ið MMR skipar fyri Seinastu mánaðir er lesing og orðblindni rættiliga komið í brennidepilin her á landi. Onkur hevði skipað fyri kanning av miðnámsnæmingum, og vísti tað seg, at har stóð ikki for væl til við lesingini. Tey vildu enntá vera við, at stórur partur av næmingunum var orðblindur. So ikki kann sigast annað, enn at tað er gleðiligt, at MMR nú er farið at útbúgva nýtt lið av orðblinda lærarum.

Tað eru aftur tey bæði Winnie og Hans Pauli, ið eru primus motorar. Í 2010 vórðu hesir 17 orblindalærarar útbúnir. Eisini undir kønari leiðslu av teimum báðum. Hendan útbúgvingin vendi sær móti miðnámi, teknisku skúlunum og kvøldskúlum. Var altso vend móti  ungum og vaksnum fólki. 22.okt byrjaði varð lagt frá landi við nýggju útbúgvingini.  Hesaferð er tað fyrst og fremst fólkaskúlanæmingunum útbúgvingin skal koma til góðar. Staðið var skeiðsstovan á Námi. Tríggir lærarar frá Orðblindainstituttinum í Ballerup skipaðu sjálva undirvísingina. May, Andrea og Stine.

Fyri 4 árum síðan vórðu 18 lærarar útbúnir sum orðblindalærarar fyri ung og vaksin. Skeiðið, ið nú er tilrættalagt vendir sær móti skúlabørnum. Hósdagin og fríggjadagin varð arbeitt við lesiástøði, metodum, tilfari, undirvísing, lesimenning, eftirmetingar og virkisætlanir. Stavimenning, lesing, læring og serundirvísing.

Myndir: 

Skriva svar