Nýggjur møguleiki at fáa føroyskar heimasíður lisnar upp.

 

Tá Lurta stendur á henda hátt ber til at trýsta á og fáa greinina lisna upp (trýst á myndina og tú fært størri mynd)
Tá Lurta stendur á henda hátt ber til at trýsta á og fáa greinina lisna upp (trýst á myndina og tú fært størri mynd)

Kanska eru tær fleiri, men higartil vita vit so um 3 føroyskar heimasíður: Sjóndepilinportal.fo og Ljóðbókasíðan, sum geva lesarum sínum høvi at hoyra teirra greinar lisnar upp við nýggju føroysku teldutaluni “Hanus”. Hetta er eitt sera hent og ómaksleyst amboð hjá lesi- og sjónveikum lesarum at brúka.

Tað er Sjóndepilin, ið hevur ment teldutaluna Hanus og knýtt saman við programminum ReadSpeaker er úrslitið heilt einastandandi. Tað er sum at hoyra útvarpið lesa tíðindi.

Tað er at vóna at fleiri føroyskar heimasíður framyvir vera at síggja, ella kanska rættari sagt at hoyra, við hesum møguleikanum.

Skriva svar