Ein lærari kallaði tað dovinskap!!

Ebba Sofía Kruse

Hesa greinina hevur Ebba Sofía Kruse skrivað. Hon eggjar okkum at hyggja eftir viðfesta videoklippinum niðast í greinini, sum hon kallar: Ein tann besta forkláringin uppá orðblindni!

Ebba Sofía kennir orðblindni á egna kroppi:
Eg havi staðið modell til nógvar heilt heilt undarligar forkláringar gjøgnum alla mína skúlagongd frá óvitandi vaksnum, enntá var tað ein lærari, sum kallaði tað dovinskapur, ein annar samanlíknaði meg við Gummi Tarzan, og ein annar, sum helt tað vera sera undirhaldandi, at fáa meg upp til talvuna at skriva frammanfyri øllum – samstundis sum hann kommenteraði háandi alt tað eg ikki dugdi.

 

EG veit nú, at tað kann lærast.
EG veit hvussu ótrúliga tungur og bronglutur vegurin er, fyri at koma at lesa og skriva nøkunlunda “normalt”,
EG veit hvussu nógv tár eru runnin vegna orðblindni, kenslan av at vera ørvísi enn ØLL onnur, vera flóv, kenslan av onki at duga, kenslan av, at onnur halda ein vera býttan og minnivitandi – kenslan man fær, tá tað verður orða av vaksnum, at man er býttur og eitt hopleyst tilfeldi. Tað er ræðuligt! Eg havi í nógv nógv nógv ár, roynt at goymt tað. Eg havi kempa eyka, so tað útattil sá út, sum eg var “normal”, soleiðis at eg bara var akkurát sum øll onnur.

Eg havi verið bangin fyri, at míni børn eisini skuldu vera orðblind, tí hetta ynski eg ikki fyri nakran. Men tað var stutt eftir, at elsti byrjaði í skúla, at eg dugdi at síggja, at hann eisini mátti kempa eyka enn onnur. Hann er tíverri sterkt orðblindur, og bleiv hetta staðfest stutt fyri summarferiuna í 3. fl. Ja, soleiðis er systemi enn, at tað kann ikki staðfestast “endaligt” fyrr enn síðst í 3. fl. Eg vildi YNSKT, at hann fekk alla tí hjálp honum tørvar, men so er ikki.
Tað er ikki feilurin hjá skúlanum, tey gera alt tað tey kunnu og meira enn tað, men longri uppi í systeminum har skúlar fáa játta eykatímar til m.a. orðblindni, har hoppar ketan av í ár. Har eru ongir tímar at fáa inntil víðari fyri mín son. Hví og hvat og hvussu veit eg ikki heilt, men mítt hjarta grætur óansæð!
Eg havi so fyrimunin at eg veit hvussu tað er at vera orðblind, tann fyrimunin hava míni foreldur ikki haft. Tey kempaðu tó alt tey vóru ment, við eitt væl meira stirvið og óvitandi skúlasystem, enn tað sum vit kenna til í dag.
At eg dugi tað, eg dugi í dag, er m.a. eisini Helga í Brekkunum og Tóru Tóroddsdóttir at takka, tvey fantastisk fólk, sum við vitan innan alternativa orðalæru/venjingar og SI-venjingum, fingu opna ymisk rúm í heilanum, sum gjørdu tað møguligt hjá mær, at avkoda bókstavir.
Eg eri kanska blivin sterkari av hesum “upplivingunum”, tað veit eg ikki. Eg havi altíð verið treisk, og tað hevur absolut verið ein styrki, í kampinum at mótprógva øllum.

Nú fór eg kanska eitt sindur av sporinum, meiningin við hesum er, at eg haldi tað hevur sooooo stóran týðning fyri tey “normalu” ella ikki orðblindu, at skilja, at hetta hevur onki við intelligens at gera, og tað er ikki dovinskapur ið ger, at vit ikki duga tað sama sum onnur – vit hava bara ikki fingið somu gávu, sum onnur.
Hygg eftir hesum, so skilja tit tað kanska betri <3

Video um orðblindni

Skriva svar