Myndaframsýning og kreativ læring í Tróndagøtu

Myndir niðast í greinini
Myndir niðast í greinini

” Tríggir eru vegirnir, ið kunnu føra okkum til vísdóm: fyrst umhugsni, ið er  tann elsti, næstur er eftirlíkning, ið er tann lættasti, triðji er royndir, ið er tann beiskasti”

Konfutse ( 551 – 479 á. kr)

Við Konfutse fara vit innar í Tróndagøtu. Vit fara upp á ovastu hædd.

Konsentratión. Umhugsni.

Á borðinum liggja penslar, gløs við vatni, málingatubur. Tey sita við lørifti og penslum. Onkur hevur kastað seg yvir uppgávuna og veit akkurát. Hini eru varðin. Hvat, hvussu …. tora illa at gera fyrsta strokið.

So kemur snildfonin á borðið, tey finna myndir. Aðrar telefonir koma eisini á borðið, tað er nógv lættari, tá man kann lána hugskot frá øðrum,  og tað kann man reint faktisk eisini læra av, ikki so??

Jú avgjørt.

Samrøðan um borðið gongur aftur og fram:

Hvussu ger man…? ” Kann man ….. tú mást bara royna, og verður tú ikki nøgd við úrslitið, ja so umaftur og umaftur…einki at siga, nógv at læra ..

Látur, prát og arbeiðsgleði.

Í Onglandi hevur man ásannað, hvussu umráðandi kreativitetur er í undirvísingini, eisini av eldri næmingum. Tey halda seg tó hava ein stóran trupulleika: tað er ógvuliga ringt, ja kanska ógjørligt at testa kreativitet.

Vit hava ásannað júst tað sama, tá um kreativitetin í undirvísingini ræður. Tó hava vit als ongar trupulleikar við at meta um, máta og testa.

Vit hava gjørt eina framsýning av myndunum, sum næmingarnir hava málað.

Tit kunnu skoða verkini her á síðuni.

Enjoy.

Gyðja

myfrsc3bd_01

Picture 1 of 16

Eitt svar til Myndaframsýning og kreativ læring í Tróndagøtu

Skriva svar